Felags jólaborð
Komið við til felags jólaborð við mati, undirhaldi og dansi.
Aftur í ár vera stóru felags jólaborðhaldini á Hotel Føroyum. Okkara kokkar hava samansett eina leskiliga og jólaliga matskrá til høvið, og saman við hugnaligum undirhaldi er lagt upp til fýra framúr góð kvøld.
Nær?
28. november kl. 19.00
4., 5. og 12. desember kl. 19.00
Kostnaður fyri jólaborð: 1.395,- fyri hvønn.
Kostnaður fyri jólaborð við trimum drykkjuseðlum: 1.595,- fyri hvønn.
Hetta er íroknað:
✦ Vælkomudrykkur og brellbitar
✦ Matskrá við 4 rættum og drykkjuskrá
✦ Kaffi/te & avec
✦ Undirhald undir borðhaldinum
✦ Dansur eftir borðhaldið
Jóhanna Andreasen er borðstjóri og Bárður Johannesen spælir undir til øll borðhaldini.
Undir borðhaldinum verða tónleikainnsløg við:
✦ Kristinu Thede Johansen & Ernst Remmel
✦ Finni Koba
✦ Jazzy Gold
✦ Sakaris
Chill spæla til dans eftir borðhaldið og DJ COOL spælir í steðgunum.
MATSKRÁ
Brellbitar:
✦ Sesamvafla, turkað dunnubringa, karamelliseraður leykur, seyðarostur
✦ Sesamvafla, kremostur, dadlur, hunangur
Forrættur:
✦ Saltfiskur, soppar, persilluolja, súltaður reyðleykur, salat
Millumrættur:
✦ Kofta við røstum kjøti, epla- og purrumos, persilluolja
Høvuðsrættur
✦ Langtíðarstoktur lambsbógvur, rómaeplir, soðsós
✦ Jólasalat, granatsúrepli, kinaradisa, appilsinedikslaki
Omaná:
✦ Karamellbudingur, appilsinsiroppur, brendar mandlur, lakaðar blommur
GISTING
Í samband við jólaborðhaldini bjóða vit gisting fyri serprís, um tú bíleggur í seinasta lagi 30. september. Frá 1. oktober hækkar prísurin.
Kostnaður, um tú bíleggur áðrenn 30. september:
Gisting í dupultkamari við morgunmati: 995 kr fyri tvey fólk (vanl. prísur úr 1.195 kr)
Gisting í einakamari við morgunmati: 795 kr fyri eitt fólk (vanl. prísur úr 995 kr)

