Hvíld / gisting eina nátt
Gisting, morgunmatur & atgongd til Vælveruhúsið
Við hesum pakkanum bjóða vit tær inn í ein heim, har vælvera og friðsæla eru í hásæti. Hvíld er ein steðgur úr skundmikla gerandisdegnum, har tú kanst anda djúpt og finna aftur til tín sjálvs.
Hetta er við í pakkanum:
• Gisting eina nátt
• Føðsluríkur morgunmatur
• Atgongd til Vælveruhúsið við svimjihyljum, sauna og øðrum
Pakkin hóskar væl til tín, sum treingir til at koma niður í ferð og hugsavna teg.
Kostnaður: úr 2.150 kr. fyri tvey í dupultkamari.
Prísurin er ymiskur alt eftir degi, árstíð og slag av kamari.
Treytir:
• Avroknað verður við bílegging.
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 1 dag áðrenn komudagin, verður full upphædd endurrindað.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
Bílegg her