Bílegg

Tíðarfreist 25. juni 2026

Kokkalærlingur søkist

Kom og ver partur av køkstoyminum á føroya størsta hotellið.

Vit søkja eftir kokkalærlingi til Hotel Føroyar.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi lærupláss, har tú kemur at arbeiða saman við einum dugnaligum og royndum toymi.

Tú fært møguleikan at arbeiða við frálíkum rávørum og menna tínar førleikar innan matgerð. Tú lærir at hugsa kreativt og arbeiða í einum professionellum køki saman við royndum kokkum. Sum lærlingur verður tú ein partur av einum toymi, har samstarv og góðska eru í hásæti.

• Tú lærir at brúka árstíðar- og staðbundnar rávørur.
• Tú mennir tínar førleikar við at arbeiða undir trýsti og taka ábyrgd.
• Tú verður ein partur av einum toymi á 6 starvsfólk, men sum partur av Hotel Føroyum verður tú eisini ein partur av einum toymi á uml. 60 starvsfólk.
• Tú upplivir eina sosiala og fjølbroytta arbeiðsmentan, har vit javnan hava felags tiltøk tvørtur um deildirnar.

Kemur tú í læru hjá okkum, kunnu vit bjóða tær eitt gott og samansjóðað arbeiðspláss, har hýrurin altíð er góður, hóast vit hava nógv at gera. Vit hava eitt sterkt kokkatoymi, ið vil vera við til, at tú fært eina læruríka lærutíð við góðum karmum fyri menning innan fakið.

Vit leita eftir tær, sum hevur áhuga fyri mati, er forvitin og torir at taka ábyrgd. Tú skalt hava áhuga fyri at royna nýggjar tilgongdir og eksperimentera í matgerðini.

Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir, skúlagongdin er annaðhvørt í Klaksvík ella í Danmark.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Svein Fuglø, høvuðskokk á tlf. +298 217508 ella á teldupost sveinur@hotelforoyar.fo.

Um tú vilt søkja læruplássið, send eina umsókn og CV til HR@gistogvist.fo, viðmerk “Kokkalærlingur”.

Seinasta freist at søkja er 25. juni 2026. Vit lesa umsóknirnar so hvørt tær koma inn.

 

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávubræv
EN