Morgunmatartænarar til Hotel Føroyar (summarstarv)
Dámar tær væl at byrja dagin tíðliga? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Summarið nærkast, og fleiri ferðafólk leita sær hendavegin. Tí er umráðandi fyri okkum at kunna veita eina dygdargóða og vinarliga tænastu til okkara gestir – og her hevur tú ein týðandi leiklut. Hotel Føroyar leitar eftir einum morgunmatartænara at arbeiða skiftandi vaktir gerandisdagar og vikuskiftir.
Arbeiðsuppgávur:
• at taka ímóti gestum
• at passa morgunmatarsjálvtøkuborðið
• at tæna morgunmatargestum
• at rudda upp í matstovuni
Vit vænta, at tú:
• kanst arbeiða skiftandi vaktir gerandisdagar og vikuskiftir
• ert arbeiðssom/arbeiðssamur
• ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi
Tað er ynskiligt, at tú kanst byrja í starvinum 1. juni.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til rosamaria@hotelforoyar.fo

